KAF vil hava sáttmálan góðkendan

Kommunala arbeiðsgevarafelagið heitir nú á Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um at taka avgerðina um at vraka sáttmálan millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Starvsmannafelagið upp til nýggja viðgerð.

Eisini verður heitt á landsstýrismannin um at góðkenna sáttmálan.

Tað er úrslitið av einum fundi, sum nevndin i Kommunala arbeiðsgevarafelagnum hevur havt við leiðsluna í Kommunufelagnum í dag.

 

– Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur avgjørt hildið seg innanfyri heimildina at gera sáttmálar, og hevur tryggjað limunum í Starvsmannafelagnum eitt javnt lønarlag fyri allar limir felagsins, annaðhvørt hesir starvast á sáttmálaøkinum hjá landinum ella kommununum, sigur Annika Olsen, forkvinna í kommunala arbeiðsgevarafelagnum.

– Nevndin í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum kann undir ongum umstøðum góðtaka, at Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum á hendan hátt leggur seg út í at stýra samráðingunum hjá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum niður í smálutir. 

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið metir avgerðina hjá landsstýrismanninum at vera greitt brót á grein 5, stykki 5 í kommunustýrislógini, og kommunala arbeiðsgevarafelagið heitir tí á landsstýrismannin um at góðkenna sáttmálan, ið varð undirskrivaður 3. juni.