Kafé á Toftum

Systrarnar Joan Mikkelsen og Súsan Johannesen lata í dag kafé upp á Toftum Nýggja kafé´in hevur fingið navnið Café´in í Hópinum, og hon liggur beint omanfyri havnalagið á Toftum.

Tað eru systrarnar báðar, Joan og Súsan, sum koma at standa aftanfyri diskin ta fyrstu tíðina.

- Í hugnaligu hølunum, sum eru í tveimum hæddum, verður møguleiki hjá fólki at keypa sær kaffi, the og køku. Til matna kunnu eisini keypast rundstykki, pylsur, smá pizza-petti og ísur.

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at pláss er fyri 45 fólkum í Café´ini í Hópinum.