KAF hevur ongar heim­ildir

Vit hava eitt kommu­nalt arbeiðsgevara­fe­lag, sum nevnist KAF. Allar kommunurnar í KSF, Kommunu sam­skipan Føroya og FK, Føroya Kommunufelag eru umboðaðar í KAF. Kommunala ar­beiðsgevarafelagið hev­ur m. a. til uppgávu at samráðast vegna sínar limir.

Jarvin Feilberg Hansen

Føroya pedagogfelag hevur 2 sáttmála(mót)partar. KAF og Fíggj­ar­málaráðið. KAF umboðar kommunurnar, sum reka dagstovnaøkið og FMR, sum rekur land­sins stovnar, t. d. Sam­býlir og vard verk­støð.
Støðan, sum part­ar­nir eru í í dag, er tíanverri ikki ókend. Vit hava 2 sáttmálamótpartar, har annar snøgt sagt onki hevur at siga! Hesin parturin eitur KAF. Tað ber ikki til hjá hesum sáttmálaparti at gera ein sáttmála ella aðra avtalu við eitt felag uttan at FMR hevur góðkent og blástemplað sáttmálan ella avtaluna fyrst.
Mín spurningur til allar kommunur er tískil: Finna tit tykkum í hesum. Ein borgarstjóri, er hann nevndur er hann kendur, segði eina­ferð: »Tann, sum skal gjalda – hann skal valda« – men hetta síggja vit ikki nógv til í hes­um døgum.
Til landins leiðslu: Hvussu er so við sam­býlum, vardum verk­støðum o. ø. Spart er inn á bein hesi síðstu árini – og starvsfólkini, sum tó so hava valt at starvast innan hetta økið hava bert havt sín fakliga stoltleika at halda seg til. Er tað hetta tit vilja?