Kafé Blákross 60.000 krónur frá stuðlum.

Mikudagin handaðu stuðlar hjá Kafé Blákross í Kongagøtu í Havn ein kekk uppá 60.000 krónur til leiðaran á stovninum, Símun Joensen. Pengarnir eru fingnir til vega, við at stuðlarnir hava skipað fyri sjavs-kappingum á kaféini.

Í 1999 byrjaðu Sólborg Dulavík á Argjum, sum tá var leiðari á Blákrossheiminum, og Julianna Didriksen í Havn, við sjavs-kappingum á Kafé Blákross við tí endamáli at savna inn pening til kaféina. Seinni komu Poli í Lon, sum býr í Miðvági, og Kirstin Vilhelmsen og George Joensen í Havn, við í stuðulsbólkin. Annaðhvørt týskvøld skipa tey so fyri sjavs-kappingum, har millum 30 og 50 fólk vanliga møta. Tey gjalda 50 krónur fyri at vera við í hesum kortspælinum. Peningurin fer óskerdur til Blákross Kaféina. Samstundis sum tey stuðla kaféini, hugna tey sær sera væl saman. Ein sum hevur verið til ómetaliga stóra hjálp er Leif Erik Niclasen á Argjum, sum eigur og rekur handilin Gullhornið í Havn. Hann hevur syrgt fyri vinningum, skaffa sponsorar og gjørt plátur til steypini, har tað stendur á, hvør ið hevur sponsorera o.s.v.
Í Kongagøtu er umframt Blákross-Kaféina ein búfelagsskapur og ein endurnýtsluhandil. Síðan 1999 hevur stuðulsbólkurin savnað tilsamans góðar 200.000 krónur til Kafé Blákross.