Kærleiksblús til samkynd hjúnabond

Kári Jacobsen skrivaði í fjør sang sum heilsan til LGBT Føroya. Í ár er nýggjur sangur skrivaður í sama anda av Terja K. Messell.

Fyri tveimum árum síðani innspældu fleiri føroyskir tónleikarar sangin ”Ymisk”, sum Kári Jacobsen úr Nalja skrivaði. Sangurin var ein heilsan til LGBT Føroyar og ein heiðurskvøða til føroyskan ymisleika. Í ár er enn ein sangur skrivaður í sama anda. Hesaferð er tað tónleikarin Terji Krossteig Messell, sum hevur skrivað og framleitt nýggja lagið ”Kærleiksblús”.

 

 

Vit kenna nokk best tónleikaran Terja Krossteig Messell sum onnur helvtin av bólkinum Maður:Glotti í nítiárunum. Terji hevur spælt nýggja blues sangin inn við hini helvtini av gamla bólkinum, Dennis Agerblad. Harumframt er Jógvan Funding Madsen við á lagnum, sigur LGBT í tíðindaskrivi.

 

 

”Eg havi upplivað ígjøgnum árini, hvussu fólk hava lagt seg eftir menniskjum, ið hava traðkað framm sum samkynd, og hvørjar fylgjur hetta fyrr hevur haft við sær. Heldigvís er nógv broytt til tað betra seinastu árini, men enn eru vit ikki komin á mál - serliga ikki í Føroyum,” sigur Terji Krossteig Messell.

 

 

Terji vil brúka sína rødd til javnrættindi
Terji Krossteig Messell heldur fram: ”Eg trúgvi, at jú fleiri og jú oftari vit rópa hart um, at vit ynskja at veita full javnrættindi til okkara LGBT medborgarar, jú skjótari broyta vit alt okkara samfelag til tað betra. Tí vil eg fegin brúka mína rødd, bæði sum borgari, tónleikari og sum menniskja at røkka hesum týðandi máli.”

 

 

Nýggja blues lagið snýr seg um vón, um ”at ein sjønnan dag ganga vit øll saman í parlag”, og at ”sjálvandi siga vit ja, tí bert huldufólk vilja ikki tað”, sum Kærleiksblús tekur til at enda.

 

 

Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at ein føroyskur tónleikari skrivar eitt tónleikalag um LGBTarar. Grandma´s Basement, 200, Kjartan (Sjúrður Skaale), Dynamit, Dennis Agerblad Band og Páll Finnur Páll hava øll roynt seg. Summir sangir eru tó meira vælviljaðir enn aðrir, verður sagt í tíðindaskrivi frá LGBT.

 

 

Live á Faroe Pride
Terji Krossteig Messell & Vinir hava fingið heiðurin at enda ársins Faroe Pride viku við at spæla sum síðsti bólkur á stóru ókeypis Faroe Pride konsert á Skálatrøð, 27. juli.

 

 

Kærleiksblús kann hoyrast her: open.spotify.com/album/7J7MNSqDM5kVKLDW6QxWCS