Higartil í ár hevur tað verið øgiliga tungt hjá teimum næstbestu í Klaksvík. Tí vóru teir undan havnarferðini í kvøld niðast við fimm stigum. Teir høvdu bara vunnið ein sigur. At hann var á heimavølli ímóti HB – 3-1 – gav teimum kanska mót um, at tað aftur í kvøld skuldi eydnast at vinna.
Og tað eydnaðist KÍ at vinna á Tórsvølli ímóti HB. Úrslitið var 2-1. Eftir fyrra hálvleik vóru gestirnir á odda við máli, sum Aron Gaardlykke Joensen skoraði, tá ið ein lítil hálvur tími var farin.
HB svaraði aftur í fyrsta minutti eftir steðgin, tá ið Eivind Restorff Mouritsen setti bóltin í málið.
So lá tað í luftini, at heimamenninir fóru at vinna yvirvág, og HB vann níggju hornaspørk, meðan KÍ vann trý hornaspørk.
Tað var tó KÍ, sum skoraði sigursmálið, tá ið seinni hálvleikur var átta minuttir gamal. Veteranurin á liðnum Kristoffur Jakobsen, sum eisini legði upp til fyrra málið, legði frá baklinjuni og út frá, og har var miðvallarin Olaf K. Hansen og stýrdi bóltin í málið. Hetta var fyrsta málið yvirhøvur hjá 19 ára gamla Olaf K. Hansen í næstbestu deildini.
Sigurin í kvøld ber við sær, at KÍ nú hevur átta stig, og flytur av aftasta og fram á áttanda plássið fyri níggju dystir. HB er á sætta plássi við 12 stigum fyri 10 dystir.
Einasti maður, sum higartil hevur verið á besta KÍ liðnum, og sum í kvøld var á næstbesta liðnum, var Børge Petersen, sum var á vøllinum í ein lítlan tíma.
Á HB liðnum var Sunday Oche Oden alla tíðina, og Mads Mikkelsen og Jákup L. Thomsen vóru á vøllinum í fyrra hálvleiki.
HB fær leygardagin vitjan av toppliðnum Skála, og KÍ skal aftur suður í høvuðsstaðin. Tá verður B36 vertur.