- Vit fingu at vita, at okkara tilboð var tað besta og tað var klárt at skriva undir sáttmála.
Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line er ógvuliga misnøgdur við framferðina hjá Vága Floghavn.
Vága Floghavn bað um tilboð upp á at hava tollfríu søluna á flogvøllinum og Smyril Line var eitt felag, sum lá framvið.
Og Portalurin skrivar, at Smyril Line lá so mikið væl fyri, at felagið hevði lægsta boð og at sáttmáli var mestsum klárur at skriva undir.
Men so hálsaði Vága Floghavn brádliga um og tók sjálv ta tollfríu søluna – og tað enntá við sama veitara, sum Smyril Line hevði.
Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, sigur við Rás2, at eftir hansara tykki hevur Vága Floghavn onga sakliga orsøk til at strika útbjóðingina.
Nevndarforkvinnan í Vága Floghavn hevur ongar viðmerkingar, men vísir til stjóran, Jákup Sverra Kass.
Men hann hevur heldur ongar viðmerkingar í løtuni. Tað einasta hann vil siga í løtuni, er at Vága Floghavn hevði løgfrøðiligan rætt at gera, sum tey hava gjørt.
Men sum skilst kemur Vága Floghavn við eini fráboðan seinni.
|
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Rúna Vang Poulsen greiða frá, hví hann er so stak ónøgdur við framferðini hjá Vága Floghavn, at hann enntá hevur boðað Vinnumálaráðnum frá gongdini í málinum - hóast hann veit, at løgfrøðiliga fær hann neyvan nakað burturúr.










