Kæra Johan Dahl til landsstýris-málanevndina

Andstøðuflokkarnir boða nú frá, at teir hava gjørt av at kæra Johan Dahl, landsstýrismann.

Eftir lemjandi frágreiðingina frá Løgtingsgrannskoðarunum um fyrisitingina hjá Johan Dahl av Strandferðsluni, hava andstøðuflokkarnir gjørt ta niðurstøðu, at misálitisváttan eigur at verða reist ímóti landsstýrismanninum.
 
Eftir at hava loddað dýpið millum samgonguflokkarnar bendir tó onki á, at ein misálitisváttan fer at verða samtykt í løtuni.
 
Tí hava andstøðuflokkarnir í fyrsta umfari valt at kæra Johan Dahl til Landsstýrismálanevndina.
 

Í kæruni vísa andstøðuflokkarnir til niðurstøðurnar hjá Løgtingsgrannskoðarunum, sum m.a. staðfesta, at “landsstýrismaðurin ikki kunnaði Løgtingið ella bað Løgtingið um eykajáttan, hóast hann var vitandi um, at játtanin til stovnin ikki fór at halda.”


Kæran heitir  á Landsstýrismálanevndina um at gera niðurstøður um:
 
 
-         Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt.
 
-         Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina.
 
-         Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um játtanarskipan landsins.
 
-         Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um ábyrgd landsstýrisins.
 
-         Hvørt landsstýrismaðurin annars hevur røkt tær skyldur sum áliggja honum í fyrisitingini av hesum málinum.
 
 
Á løgtingi 6. mai 2014
 
 
Vegna Tjóðveldi     Vegna Javnaðarflokkin      Vegna Framsókn       Vegna Sjálvstýrisflokkin
 
 
Høgni Hoydal          Aksel V. Johannesen         Poul Michelsen          Kári P. Højgaard