Kæra ikki fyrningina

Skráseting Føroya ætlar ikki at kæra avgerðina hjá fútanum um, at málið mótvegis nevndini í Eik Grunninum er fyrnað

Tá kanningin av virkseminum hjá nevndini í Eik Banka var liðug í december 2013, staðfesti hon álvarslig brot á lóg um vinnuligt virksemi í grunnum.

Niðurstøðan varð latin fútanum, men fútin boðaði frá, at málið var fyrnað, og tí fær málið ongar avleiðingar fyri nevndina í Eik Grunninum.

Orsøkin til at arbeiðið tók so langa tíð var, at EIK Grunnurin eftir lógini átti at gjalda kanningina. Tá tað ikki bar til, skuldi Eyðfinn Jacobsen fyrst kanna, hvør skuldi gjalda hana. Síðani skuldi Skráseting Føroya biðja um pening frá Løgtinginum til kanningina.

Kanningin, sum var mett at kosta 1,5 milliónir krónur, fekk bert játta 300.000 í fyrsta umfari. Hendan játtanin kom tó so seint á árinum, at Eyðfinnur Jacobsen bert náddi at brúka 184.900 krónur av játtaðu upphæddini.

Skrásetingin bað so aftur um pengar til kanningina og tað tók løgtinginum 10-11 mánaðir at viðgera umbønina. Í november 2012 vórðu játtaðar 300.000 krónur aftrat og í december 2013 var kanningin liðug.

Skráseting Føroya kann kæra avgerina um fyrning, men tað hevur hon valt ikki at gera.

- Fyri at kæra skulu tað vera tekin um manglandi upplýsingar ella skeivleikar, og tað hava vit ikki orsøk til at halda er galdandi her, sigur Jógvan Thomsen, stjóri í Skrásteing Føroya.