Hóast Kadima er størsti flokkur í Ísrael aftan á valið í gjár, bendir nógv á, at Benjamin Netanyahu fer at skipa stjórn Tá uppteljingin í Ísrael var liðug í nátt, hevði Kadima fingið 28 sessir í tjóðartinginum, og Likud hevði fingið 27. Tað merkir, at Kadima misti ein tinglim, meðan tingmanningin hjá Likud er meiri enn tvífaldað.
Formaðurin í Likud, Benjamin Netanyahu, segði í nátt, at hann ætlar sær at leiða ta næstu stjórnina í Ísrael.
Men formaðurin í Kadima, Tzipi Livni, heldur seg ikki aftur. Hon helt, at Kadima og Likud eiga at skipa stjórn við sær sum leiðara.
Høgraflokkurin Israel Beitenu hevur fingið 15 sessir í Knesset, og Arbeiðaraflokkurin, sum fekk eitt sera vánaligt fekkl, hevur fingið 13 tinglimir. Flokkurin hevði 18 frammanundan, og nú verður gitt, at formaðurin, Ehud Barak, noyðist frá.










