Kaci Kullman Five er farin

Fyrrverandi norski ráðfrúin andaðist í gjár, 65 ára gomul

Karin Cecilie "Kaci" Kullman Five, leiðari av norsku Nobelnevndini og fyrrverandi handils- skipaferðsluráðfrú í norska uttanríkismálaráðnum, andaðist í gjár, 65 ára gomul.

 

Hon hevur verið sjúk seinastu tíðina og mátti millum annað geva avboð til handanina av friðarheiðursløn Nobels í desembur. Hon hevur áður havt bróstkrabba og í heyst kom sjúkan aftur. Í gjár sovnaði hon stillisliga inn. 

 

Kaci Kullman Five gjørdist fyrsti leiðari hjá Høyre, stóra konservativa flokkinum í Noregi, tá hon bleiv vald til leiðara í 1991. Samstundis valdi flokkurin at skifta frá heitinum "formaður" í flokkinum til "leiðari." Hon var handils- og skipsferðslufráðfrú í stjórnini hjá Jan P. Syse frá 1989 til 1990.

 

Í 1997 valdi hon av persónligum ávum ikki at stilla upp aftur til Stórtingsvalið. Í 2003 bleiv hon limur í norsku Nobelnevndini og í 2015 gjørdist hon forkvinna í nevndini.

 

Hon hevur verið ein fyrimynd fyri nógvar norskar kvinnur, millum annað núverandi forsætisráðfrúnna í Noregi, Ernu Solberg. Hon gjørdist virkin í politikki, meðan Kaci Kullman Five var forkvinna í Høyre og arbeiddi saman við henni í norska Stórtinginum og í floksleiðsluni.