41 fólk eru deyð og 80 onnur løstað, aftaná ein sjálvmorðsbumbumaður leyp á eina mannamúgvu í Kabul, høvuðsstaðnum í Afganistan, fyrr í dag. Tað skrivar BBC.
Yvirgangsmaðurin leyp á ein mentanarstovn hjá Shia-muslimum, men rakti álopið eisini tíðindamiðilin the Afghan Voice. Fleiri lesandi vóru til staðar í mentanarstovninum til ein pallborðsfund í samband við, at 38 ár eru farin síðan Sovjetsamveldið gjørdi innrás í Afganistan.
Enn er ógreitt hvør skipaði fyri álopinum, men islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin hevur tikið ábyrgdina fyri álopið. Sambært BBC, so hevur IS framt fleiri álop á Shia muslimar í Afganistan seinastu mánaðirnar.