Kabarettin víðkar okkara sjónarring

Manningin í Ólavsøkukabarettini er funnin og er til reiðar at seta tað farna árið á pall í Sjónleikarhúsinum í Havn. Fyri at víðka horisontin helt hon sín fyrsta fund á Slættaratindi

SATIRA




Ólavsøkukabarettin er aftur á skránni í ár.

Teir seks ungu menninir, ið standa fyri kabarettini í ár, siga í tíðindaskrivi, at teir nú hava ein mánað at endavenda farna árið og seta tað á pallin í Sjónleikarhúsinum.

Eins og Búskaparráðið kemur við sínum niðurstøðum og metingum hevur kabarettmanningin gjørt sína frágreiðing um farna árið. Og niðurstøðan er greið: Hendingarnar farna árið eru reint guff til at venda á høvdið á einum kabarettpalli. Freistandi er at sáa iva um trúvirði á hesi frágreiðing, men tað skuldi verið í lagi, tí eingin minni enn Heðin Mortensen hevur viðmælt sín yndis serfrøðing at standa fyri kabarettfrágreiðingini, verður sagt.


Náddu hæddirnar


Kabarettmanningin er í høvuðsheitum hin sama sum í fjør. Kjartan Hansen, Finnur Jensen, Esbern Jacobsen, Pætur Dahl, Turpin Djurhuus og Hjálmar Dam. Hjálmar er nýggjur í kabaretthøpi, men hevur seinastu tíðina verið nógv at sæð í ymiskum leikum. Allir leikararnir uttan Esbern eru úr Havnini, og tí varð valt at halda fyrsta leikarafundin á Slættaratindi fyri at víðka horisontin og kunna seg um tað, ið fyriferst uttan fyri Havnina.

- Eingin kvinna við í manningini í ár. Sostatt er líkt til, at kabarettin verður eins kvinnuniðurgerandi, fúl og fylt við harðskapi og í fjør – siga leikararnir við einum skálkabrosi...






Myndatekstur:

Ólavsøkukabarettin á rannsóknarferð á Slættaratindi. Esbern Jacobsen, Kjartan Hansen og Pætur Dahl. Turpin Djurhuus, Finnur Jensen og Hjálmar Dam vanta á myndini