Eystanstevnukabarettin er stuttligari enn nakrantíð, nú hon verður spæld fyri sjeyndu ferð í fimleikarhøllini í Glyvra skúla Hevur tú hoyrt um skilið í Runavíkar býráði, nýggja skúlan í Runavík ? ella hevur tú hoyrt nýggjasta slatrið úr tí lokala umhvørvinum?
Tey, sum standa aftanfyri kabarettina á Eystanstevnu, siga, at kabarettin er á tremur við aktuellum søgum úr býnum, eins og fleiri skemtiligir táttir eisini verða á skránni.
- Kabarettin er stuttligari enn nakrantíð, nú hon verður spæld fyri sjeyndu ferð í fimleikarhøllini í Glyvra skúla.
Tað siga tey, sum hava fingið ein ?smakk? av henni undir venjingunum, sum verið hava.
Leikarar, sum hesaferð koma at standa fyri skemti og sangi, eru eitt nú Hallur Hansen, Kenneth Rasmussen, Jonhard Hansen, John Andersen, Dia Davidsen, Jóannes Djurhuus, Jórun á Líknagøtu og Anna Olsen.
Teir, sum standa fyri tónleikinum, eru Hjalti Joensen, Jákup Olsen, John Mortensen og Jóhan á Lakjuni.
Stigtakararnir lova, at tey, sum vitja kabarettina hesaferð, fara flennandi allan vegin heimaftur til húsa.
Sýningarnar verða í kvøld klokkan 21 og mánakvøldið klokkan 20.