Oscar Kaaber var føddur tann 19. apríl 1906 í Nykøbing M. Konan Sigrid Matthiasen var fødd í 1909 í Keypmannahavn.
Birgar Johannessen greiðir frá, at Kaaber kom til Føroya á sumri 1927. Við sær hevði hann nakað av amboðum. Tvey tey fyrstu árini var hann bara um summarið. Hann hevði einki fast stað at vera í og ferðaðist kring landið. Í 1929 flutti hann til Føroya at búgva, leigaði høli í KFUK og innrættaði klinikk har.
Í 1931 flutti klinikkin út í Skansapakkhúsið í Tinganesi. Í 1937 gavst Arthur Brend sum tannlækni, og Kaaber keypti amboðini hjá honum. Í 1939 var tannlæknastólur settur upp í Kommunuskúlanum. Kaaber kom av og á í skúlan at bøta um tenninar hjá børnunum. Á heysti 1941 varð samtykt at seta skúlatannrøkt á stovn. Í 1946 fingu øll børn í Havn frá 7-14 ár tannrøkt tvær ferðir árliga. Setningurin, sum Kaaber hevði sett sær, tá ið hann kom til landið var náddur. Kaaber fór aftur til Danmarkar í 1946 og gjørdist tannlækni í Ringe.
Tey fingu børnini Anna Lisa, Svend, Sverre, Thurid Margrethe og Knud Gregers.
Kaaber á Tvøroyri
Aksel Mortensen skrivaði, at hóast ráðini vóru ring tá, vóru tað fleiri og fleiri, sum leitaðu sær til tannlæknan.
Tannbustin kom við Kaaber, men hon var ikki so regluliga nýtt. Nógv var tosað millum óvitar, áðrenn Kaaber kom suður, hvussu ræðuligt hetta var, at hann fór at bora, serliga í framtenninar. Og tá hann fór at nervaviðgera, og nervin ikki var deyð, ringdi hon seg upp eftir nálini sum ein slanga.
Áðrenn Kaaber kom suður, hevði hann sligið upp plakatir á ymiskar steyrar um viðtalutíð, og hvar hann var at hitta.
Viðtaluhølið var býtt sundur í trý við hvítum løkum frá loft til gólv. Fleiri primusar sjóðaðu allan dagin, og ringur deymur var av sterkum evnum, sum tannlæknar vanliga nýta.
Stólurin, hann nýtti, var tann gamli hjá Brend.. Hann var av tí góða gamla slagnum, har tú sat uppi í honum. Tú kundi spenna føturnar væl ímóti fótalunninum niðast og halda teg væl fastan í armarnar, tí nú galt um at sita fastur í sessinum.
Kaaber boraði uppá tann gamla mátan við fótatraðki, og stóð borurin fastur, langaði hann fótin á hann. Doyving var ikki nýtt tá í tíðini. Tað ringasta var sum sagt at bora framtenninar, og tá fyllingin endiliga var komin í bant hann við trái eitt petti av guttaperka um tonnina, og so skuldi tú sita eina løtu, til tilfarið staðnaði.
Tannlæknin Kaaber var fryntligur maður og lagaligur. Men ringt var at venja seg við hesa nýggju viðgerð, og allir stúrdu hvørja ferð, hann lýsti á steyranum, at nú kom hann aftur.
Aksel mintist eina hending, sum hevði við Kaaber at gera. Teir eldri dreingirnir á garðinum høvdu keypt ein boksibólt, og tvinnar boksihandskar frá svenska handilsfelagnum Ahlen og Holm. Sjálvur var Aksel hjástaddur, tá hann var latin upp og hongdur upp á bátaverkstaðnum hjá Petur Mohr Mortensen.
Tað var skjótt, at teir ikki tímdu at boksa bóltin men fóru at boksa sín ámillum. Fyrstir vóru brøðurnir Jógvan og Otto hjá Williami. Báðir vóru sterkir, og Jógvan var helst nakað harðligur. Eina ferð sló hann bróðurin so mikið harðliga, at forkanturin av tveimum tonnum brotnaði og stukku eftir gólvinum. Hetta var ræðuligt og boksingin helt líka knappliga uppat, sum hon byrjaði.
Otto royndi at dylja hetta sum mansmorð fyri foreldrunum, men ein dagin kom sannleikin fram.
Kaaber var beint tá staddur har suðuri, men hann segði, at hann fekk einki gjørt við hetta, fyrr enn hann kom suður aftur. Tað varð neyðugt at seta ein gullkant uppundir hesar tenn og væl helt, tí alt tað Aksel mintist Otto, so kom gullið undan.
Av sonnum kann sigast, at Oscar Kaaber var slóðbrótari innan føroyska tannarøkt. Hann doyði í 1994, 80 ára gamal.
Svend sonur hansara fylgdi pápanum eftir sum tannlækni og lærari á tannlæknaháskúlanum í Århus, har hann er ein viðurkendur serfrøðingur innan tannviðgerð. Hann hevur havt tilknýti til Føroyar og vitjaði her so at siga á hvørjum sumri í sambandi við ítriv sítt, sum var kanning av firvaldum í Føroyum.
Hanna Lisberg arbeiddi hjá Kaaber
Hanna Lisberg fór sum ung at hjálpa til heima hjá Onnu Katrinu Nolsøe í Vági.
Ein dagin - meðan hon skúrar úthurðagáttina - kemur ein dani framvið. Hesin var tannlæknin Kaaber. Hann plagdi tá at fara sum tannlækni til tær bygdirnar, sum høvdu ravmagn, og har greiðirnar hjá tannlæknum kundu nýtast, og Vágur var ein av hesum fáu bygdunum. Kaaber steðgaði á og bjóðaði Honnu starv sum klinikkdama á tannlæknastovuni, sum tá var úti í Tinganesi, har sum løgmaður í dag heldur til. Hanna gjørdist kløkk, tí hetta var jú nakað, sum hon als einki kendi til. Men hetta var skjótt at læra, og Hanna kundi byrja dagin eftir, um hon hevði hug.
Hanna tók av og kom at arbeiða hjá Kaaber í 1945-48. Har var nógv at gera, tí hetta var einasta tannlæknastova í landinum. Men Hanna lat ótrúliga væl at Kaaber. Hann var ein sera dugnaligur tannlækni, og fleiri av teimum plumbum, sum hon fekk, meðan hon arbeiddi fyri hann, hevði hon alla sína tíð. Kaaber hevði tveir tannlæknar afturat sær. Tær vóru Mia Trond Jensen og Esther Djurhuus, sum seinni høvdu tannlæknastovu saman í nógv ár.
Hanna var ikki bert klinikkdama, tí her var eisini nógv skrivstovuarbeiði. Hon lærdi seg tí eisini maskinskriving. Kaaber vildi hava, at ordan skuldi vera í. Millum annað skuldi Hanna altíð vera í væl bustaðum skóm, tá hon kom til arbeiðis. Eina ferð hevði Hanna verið heilar tveir dagar í einum brúdleypi og hevði gloymt at busta skógvarnar. Fyri hetta fekk hon ein slíkan umgang, at hon til ellisár ikki fór úr fyri dyr uttan at hava bustað skógvarnar!
Kaaber fór av landinum aftur, tá hann yvirtók tannlæknastovuna hjá pápanum, sum eisini var tannlækni.
Í komandi parti verður greitt frá Marini Mohr, sum var ein myndug bóndakona í Hoyvík










