»Tað kundi kanska verið áhugavert og forvitnisligt, at farið aftur í tíðina til byrjanina av søguni um samskipaða vektvenjing í Føroyum. Eg var sjálvur við frá fyrsta degi, og havi verið virkin sum íðkari líka síðani tá. Við at festa mítt íkast á blað, er møguleiki hjá øðrum, at fáa innlit í virkisleiðina hjá einum teirra, ið var við at leggja lunnar undir hendan ítrótt«.
Soleiðis tekur Bjarni Reynagarð til í bókini.
Hann var við seinast í 1960-unum, tá greinin, ið nevnist kropsbygging, tók seg upp.
Sjálvur byrjaði hann á sumri 1968, tá hann fekk eina heimagjørda vektstong, og hann hevur hildið fram til dagin í dag.
Í fyrsta parti verður hvør vøddur sær umrøddur, og góð ráð verða givin um, hvussu hvør einstakur vøddur best verður vandur.
Eisini viðgerð fyrsti partur, hvussu venjingin skal skipast fyri at fáa sum mest burtur úr.
Í øðrum parti verður dentur lagdur á upphiting, útstrekking, skaðar og í heila tikið meira uttan um sjálva venjingina.
Søgan hjá hesari ítróttagrein verður gjøgnumgingin í stuttum, eins og komið verður meira inn á persónligar vinklar hjá høvundanum.
Til ber at siga, at annar partur av bókini eisini er tann mest áhugaverdi fyri tann, ið ikki íðkar hesa ítróttagrein. Her verður nomið við doping og kosttilskot, ið ikki eru ókend fyribrigdi innan kropsbygging.
Bókin er í fýra pørtum, og í triðja parti verður nógv gjørt burtur úr Bio-Phase venjingarskránni, har skrá fyri 30 dagar verður løgd fram. Eisini viðger hesin parturin venjingarrørslur.
Fjórði parturin av bókini er í størstan mun nýttur til eitt myndasavn av nøkrum av fyrstu stjørnunum innan kropsbygging - eitt nú Arnold Schwarzenegger og Gordon Scott.
Hetta er fyrsta bókin á føroyskum, ið viðger evnið.










