KA vann oddadystin uttan Áka Egilsnes

Føroyski stórskjúttin var ikki við vegna sjúku, tá KA vann oddadystin ímóti HK á útivølli í kvøld

Í kvøld var oddadystur í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini, tá HK tók ímóti KA, sum er liðið hjá Áka Egilsnes.

 

Tíverri slapp Áki Egilsnes ikki at verða partur av oddauppgerðini vegna sjúku, men liðfelagarnir greiddu setningin á útivølli.

 

KA vann tepran 28-27 sigur. Í steðginum sá gott hjá akureyringum, sum vóru á odda 15-9 tá farið var til hálvleiks. Heimaliðið hálaði inn á KA í seinna hálvleiki, men KA var omaná við einum máli tá dysturin var lokin.

 

KA hevur fult stigatal, 16 stig fyri átta dystir. Komandi fríggjakvøld spælir KA ímóti unga liðnum hjá Vali á útivølli.

 

Støðan:

 

1KA8800 206:16216
2HK8  602 218:20412
3Akureyri6501 147:13010
4Þróttur7403 175:1648
5Haukar U7313 179:1807
6Valur U6204 158:1514
7ÍBV U6204 165:1944
8Stjarnan U6204 143:1684
9Mílan7115 159:1773
10Hvíti riddarinn7007  177:2240