Kaðalarbeiði og dren

Nær er tað nú, at tunnilin steingir - og er hann opin í vikuskiftinum?

Tunnilin

Hetta hevur verið tann afturvendandi spurningurin hjá fólki, sum ferðast millum Eysturoynna og Streymoynna, nú Norðskálatunnilin í longri tíð hevur verið stongdur um næturnar fyri vanligari ferðslu.
Arbeitt verður við at leggja streymkaðal og dren í tunnilin, og tí er hann stongdur vanligar dagar millum klokkan 20.30 á kvøldi og 06 á morgni.
Sunnudag er hann stongdur millum klokkan 24 og 06, men frá leygardegi til sunnudag er hann opin.
Tung ferðsla sleppur ígjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma, meðan hann annars er stongdur fyri vanligari bilaferðslu.
Mong eru tey, sum ikki hava heft seg við hesar tíðir, og tí noyðast nógvir bilførarar longu leiðina um Eiðisskarð, tá ið líður út á kvøldið.