Køvir batnandi fiskiskap og batnandi fiskaprísir

- Hóast ábendingar eru um hækkandi fiskaprísir og betri fiskiskap seinastu tíðina samanborið við somu tíð í fjør, vil methøgi oljuprísurin í ár kortini gera, at raksturin hjá fiskiskipaflotanum helst verður nakað lakari í ár enn í fjør, heldur Rasmussen & Weihe

Fiskivinna

Roknskapargreiningin hjá grannskoðarafelagnum, Rasmussen & Weihe, sum løgd varð fram á fundi á Hotel Hafnia týsdagin, lýsir eisini í síni niðurstøðu teir ymisku skipabólkarnar við fáum orðum.
Á hesi síðuni fara vit at endurgeva ein part av tí, sum felagið er komið til, vísandi til gongdina árini 2000-2004 og við útlitum fyri árið 2005, sum skjótt er umliðið.
Í frágreiðingini verður eisini víst til hagtøl, sum grannskoðarafelagið hevur fingið frá Føroya Fiskimannafelag.
- Sambært hesum tølum er samlaða veiðinøgdin í tíðarskeiðnum, januar-september 2005, minkað við umleið 12% samanborið við sama tíðarskeið í 2004.


Oljan trýstir
Víst verður á, at miðalprísurin á ráfiski í sama tíðarskeiði sum heild er hækkaður, men kortini er samlaða veiðivirðið minkað við sløkum 10% teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár.
- Hóast ábendingar eru um hækkandi fiskaprísir og betri fiskiskap seinastu tíðina samanborið við somu tíð í fjør, vil methøgi oljuprísurin í ár kortini gera, at raksturin hjá fiskivinnuni helst verður heldur lakari í ár enn í fjør, heldur Rasmussen & Weihe.