Støðutalvan sigur, at tað eru tvey lið, sum hvørja ferði higartil í ár eru farin av vøllinum við úrtøku.
Á páskum hittast B36 og KÍ tvær ferðir í Gundadali. Seinnapartin í dag verður tað í landskappingini, og seinna páskadag verður tað í steypakappingini.
Tølini siga, at B36 vinnur meiri enn aðru hvørja ferð, tá ið klaksvíkingar eru gestir í Gundadali.
Síðani 2000 hevur B36 26 ferðir átt heimavøll í landskappingini ímóti KÍ. Fjúrtan ferðir hevur heimaliðið staðið eftir við øllum stigunum. Seks ferðir er tað endað javnt, og seks ferðir er KÍ farið norður aftur við øllum. Tað vil siga, at KÍ hevur minni enn fjórðu hvørja ferð øll stigini norður aftur við sær.
Í fjør vann B36 3-1 og 2-1 á heimavølli ímóti KÍ. Síðsti KÍ sigurin ímóti árstalsfelagnum í Gundadali var 15. oktober í 2017, tá ið KÍ í næstsíðsta umfari vann 3-1.
Í 2017 var Patrik Johannesen B36 spælari. Hann skoraði sekstan mál, men einki var ímóti KÍ. Nú umboðar Patrik Johannesen KÍ, men hann verður ikki við í dag. Tvey gul kort í 2-0 heimasigrinum ímóti NSÍ sunnudagin kostaðu útvísing og harvið leikbann ídag.
Sannlíkt er, at tað verður Torbjørn Grytten, sum í dag verður fremsti maður hjá KÍ. Hann hevur verið skaðadarvaður og hevur bara verið við í tveimum dystum. Í trý korter í málleysa javnleikinum ímóti HB tá ið hann var bæði skiftur inn og út og sunnudagin ímóti NSÍ, tá ið hann spældi síðstu 35 minuttirnar.
Umframt fremsta álopsspælaran sakna klaksvíkingar verjuálitið Deni Pavlovic, sum ikki er komin seg heilt eftir brotið í øðrum tumlinum, og Óla Eyðsteinsson Poulsen.
B36 noyddist úr Sarpugerðil sunnudagin uttan at hava avgreitt setningin. Tað var ov nógvur vindur at spæla. Skaðalistin er framvegeis langur, men tað er sannlíkt, at fleiri, sum hava verið ivasamir, vera førir fyri at spæla ídag. Her verður hugsað um Magnus Holm Jacobsen og Alex Mellemgaard og møguliga eisini Michal Przybylski, sum orsaka av knæskaða als ikki hevur spælt í ár.