KÍ villskapurin er burtur

Víkingur hevur avgerðina í egnum hondum eftir sigur í Gundadali, og eftir at KÍ tapti ruddiliga í Runavík

Tað er eldur í Effo-deildini, nú tað resta fimm umfør. KÍ er framvegis topplið, men nú er tað bara eitt stig aftur til Víking. Um eina viku hittast Víkingur og KÍ í Sarpugerði!

 

Eftir at teir í Víkingi leingi hava verið so mikið langt aftanfyri KÍ - eitt skifti sjey stig - at avgerðin ikki bara hevur verið í hondunum á víkingunum, er støðan púra broytt. Eftir úrslitini í dag er støðan soleiðis, at nú er tað bæðí upp til Víking og KÍ at gera av, um annað av hesum liðunum skal vinna FM.

 

Avbjóðingin hjá Víkingi var stór í Gundadali, men Víkingur stóð royndina. Philip Djordjevic skoraði avgerandi málið í seinna hálvleiki. HB hevði bóltin nógv, men tað eydnaðist ongantíð heimaliðnum at mynda avgerandi støðuna.

  

At NSÍ vann trivaligan 2-0 sigur ímóti KÍ ber við sær, at NSÍ er væl meiri við í FM kappingini, enn liðið leingi hevur verið.

 

NSÍ var sannførandi í seinna hálvleiki, tá ið tað eydnaðist undan vindinum at skora tvey mál - Per Langgaard og Árni Frederiksberg vóru málskjúttar og í báðum førum var talan um fram úr mál. Tað fyrra eftir horna og út frá og tað seinna, tá ið Árni Frederiksberg í sínum eyðkenda stíli sneiddi úr høgru og av brotsteigarmarkinum smekkaði bóltin upp í handara hornið.

NSÍ verjan var sum bergið, miðvøllurin vann slagið ímóti mótstøðumonnunum, og teir fremstu settu ferð eftir ferð klaksvíkingar undir trýst.

 

Fyrr í summar hevur KÍ vunnið tveir sannførandi sigrar á NSÍ – annan í landskappingini og hin í fyrru hálvfinaluni í steypakappingini. Tá og eisini í steypafinaluni fyri tveimum vikum síðani ímóti Víkingi var ferðin og tyngdin í KÍ spælinum framúr. Soleiðis var tað ikki ídag. Eftir sigur í steypafinaluni og landsliðssteðgin hevði KÍ liðið ikki ferðina, tyngdina, bragdliga hugburðin og sjálvsálitið, sum fyrr í summar hava borið so nógvar sigrar við sær.

 

B36 styrkti við 2-0 sigri á Skála um sína støðu í kappingini um týdningarmikla fjórða plássið. Undan grannauppgerðini í Gundadali um eina viku eru tað seks stig frá B36 og aftur til HB.

Tvífaldur B36 málskjútti var Róaldur Jakobsen, sum skoraði beinanvegin og harvið spilti fyritreytirnar hjá Skála at dúva upp á kontra.

 

Í Fuglafirði vann ÍF 2-0 á AB, sum nú hongur í sera klønum tráði. ÍF málskjúttar vóru Adeshina Lawal og Karl Løkin.

B68 er fokið. Í dag var B68 frammanfyri 1-0 í Trongisvági við máli, sum Evrard Blé skoraði beinanvegin, og harvið sá tað út til at vera møguleiki at vinna fyrsta sigurin á árinum. Tað eydnaðist ikki. TB vann 4-1, og Albert Adu var tvífaldur málskjútti. Hini málini skoraðu Teitur Justinussen og Kofi Appiah.

Sigurin ber við sær, at tað mest sum er greitt, at TB eisini næsta ár verður partur av bestu deildini.

 

ÍF-AB 2-0 (0-0)

1-0: Adeshina Lawal

2-0: Karl Løkin

 

NSÍ-KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Per Langgaard

2-0: Árni Frederiksberg

 

Skála-B36 0-2 (0-1)

0-1: Róaldur Jakobsen

0-2: Róaldur Jakobsen

 

HB-Víkingur 0-1 (0-0)

0-1: Philip Djordjevic

 

TB-B68 4-1 (0-1)

0-1: Evrard Blé

1-1: Albert Adu

2-1: Albert Adu

3-1: Teitur W. Justinussen

4-1: Kofi Appiah

 

KÍ 50

Víkingur 49

NSÍ 46

B36 41

HB 35

ÍF 28

TB 23

Skála 17

AB 12

B68 7

 

23. umfar

Sunnudagin 18. september

Víkingur-KÍ

NSÍ-TB

B68-ÍF

B36-HB

AB-Skála