Seinastu vikuna hevur KÍ gjørt fleiri avtalur við ungar spælarar í felagnum, men felagið heldur tað eisini verða týdningarmikið at hava nakrar eldri spælarar, sum hava nógvar royndir, við í hópinum.
Harley og Jan siga í samrøðu við Norðlýsið, at teir fara við góðum treysti undir eitt nýtt kappingarár, og teir hava ambitiónir um at býta seg fastar á liðnum.









