KÍ-venjarin sagt seg úr starvi

Eyðun Klakstein hevur sagt seg úr starvi sum venjari hjá Formulaliðnum hjá KÍ. Felagið skal nú finna nýggjan venjara

Fótbóltur

 

Avgerðin hjá Eyðuni Klakstein varð tikin í gjárkvøldið, og í tíðindaskrivi sigur leiðslan í KÍ, at tey harmast uppsøgnina, men hava tikið hana til eftirtektar.

- Eyðun hevur sum Formulavenjari gjørt eitt stórt arbeiði fyri KÍ seinasta árið, og samstarvið millum venjaran og ábyrgdarfólk í felagnum hevur verið fyrimyndarligt. Vit harmast, at venjarin hevur sagt seg úr starvinum, men vit virða hansara avgerð og ynskja honum alt tað besta í framtíðini. Vit vóna eisini, at Eyðun heldur fram at arbeiða á øðrum økjum í felagnum, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.

- Tað eru fleiri orsøkir til, at eg havi tikið avgerðina um at gevast júst nú. Eg ynski Formulaliðnum og felagnum annars alt tað besta, og eg ivist ikki í, at Formulaliðið fer at sigla millum skerini og hevur kós ímóti einari spennandi framtíð, sigur Eyðun Klakstein.

Eyðun Klakstein hevur verið Formulavenjari hjá KÍ síðani mai mánað í fjør. KÍ leitar nú eftir einum nýggjum venjara til Formulaliðið. Enn er einki nýtt navn almannakunngjørt, men í Norðlýsinum verður mett, at Jóannes Jakobsen er eitt gott boð. Og har verður roknað við, at hann longu verður til fyrstu venjing sína í kvøld.