VB skal á vinavitjan hjá íslendska Reyni um vikuskiftið, og hevur tí biðið um at flyta dystin í Klaksvík til hóskvøldið
Vágbignar høvdu á 100 ára degnum í vár vitjan av íslendska liðnum, sum nú heldur sín 70 ára føðingardag. Reynir er vinafelag hjá VB, og longu fríggjamorgunin fer VB til Íslands.
Dysturin í Klaksvík skuldi annars upprunaliga verið spældur í Vági. Men fyrr í ár játtaði KÍ at skifta um dyst, tí vágbingar fegnir vildu vera í Vági, tað vikuskiftið, sum jóansøkan varð spæld.