KÍ vann uppibornan sigur

Steypafinalan hjá kvinnum millum KÍ og GÍ gjørdist ongantíð ordiliga spennandi, tí KÍ tóktist hava fult tamarhald á støðuni allan vegin. Tær avgjørdu í roynd og veru dystin í fyrra hálvleiki, tá tær vóru á odda 3-0

KÍ fekk eina góða byrjan uppá steypafinaluna hjá kvinnum, sum bleiv spæld í Leirvík leygardagin. KÍ-kvinnurnar settu seg á dystin alt fyri eitt, og serliga í fyrra hálvleiki var klassamunur á liðunum, meðan GÍ royndi at kempa seg inn aftur í dystin í seinna hálvleiki.

Dysturin var ikki nógvar minuttir gamal, tá KÍ fekk fyrsta stóra møguleikan. Ein langur bóltur bleiv spældur upp um verjuna hjá GÍ, og her gjørdist Vivian Bjartalíð púra leys við málmanninum. Málmaðurin stórbjargaði í bæði fyrstu og aðru atløgu, og triðju ferð, Vivian royndi seg, bjargaði ein GÍ-verjuleikari á strikuni. Hetta gjørdist tó byrjanin til eitt langt trýst frá KÍ, og løtu seinni gav hetta úrslit.

Tá 10 minuttir vóru farnir, bleiv ein bóltur sendur inn í brotsteigin hjá GÍ, og her var ein verjuleikari so óheppin at senda bóltin í egið mál, og so var KÍ á sigurskós.


Rannvá tók yvir

Sjálvt um KÍ nú var komið á odda, so góvust tær ikki at trýsta, og tá fyrri hálvleikur var gott og væl hálvrunnin, gav trýstið hjá KÍ enn einaferð úrslit.

KÍ spældi bóltin fram í vinstru síðu, har Vivian Bjartalíð slapp heilt oman á baklinjuna. Hon sendi bóltin inn fyri málið, og aftarlaga í brotsteiginum fekk ein KÍ-leikari fatur á bóltinum. Hon spældi bóltin tvørtur um brotsteigarmarkið, har Rannvá Andreasen stóð púra leys. Hon knallaði til, og bólturin brast í tvørtræið, áðrenn hann fór víðari inn í málið. Eitt sera vakurt mál frá Rannvá.

Og tað gekk ikki long tíð, so var sama Rannvá Andreasen aftur upp á spæl. Ein GÍ-verjuleikari skuldi rudda bóltin burtur, men var so óheppin at skjóta í Rannvá, sum so gjørdist púra leys við málmanninum. Leys við málmanninum var Karin ósvikaliga trygg og sendi bóltin í málið til eina 3-0 leiðslu.

Eingin ivi er um, at leiðslan hjá KÍ var fult uppiborin, men móti endanum av fyrra hálvleiki var um reppið, at GÍ skapti spenning í aftur dystin. Brádliga fekk Mary Ann Isaksen ein opnan møguleika í brotsteiginum, men púra leys við málmanninum skeyt hon bóltin við síðuna av málinum úr fimm metrum.


Nógvir feilir

Hevði fyrri hálvleikur av steypafinaluni verið góður, so gjørdist seinni hálvleikur eitt vónbrot. Liðini gjørdu nógvar tekniskar feilir, og spælið gjørdist ongantíð serliga flótandi síðstu 45 minuttirnar.

Tað var tó GÍ, sum royndi at skapa dystin fyrstu løtuna av seinna hálvleiki. Tær komu eisini fram til onkrar smávegis møguleikar, men tær vóru tó ongantíð heilt tætt við at fáa mál.

So við og við fótaði KÍ sær tó í seinna hálvleiki, og síðstu 20-25 minuttirnar stýrdi KÍ dystinum, sjálvt um tær ikki komu fram til teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tað tættasta KÍ kom einum máli var, tá Rannvá royndi seg við langskoti úr 25 metrum, og bólturin brast í stongina og út.

Sostatt megnaðu KÍ-kvinnurnar at vinna enn eitt steyp til samlingina, og ikki kann sigast annað enn, at sigurin var fult uppiborin, tí partar av dystinum spældu tær nógv betri enn gula liðið úr Gøtu.