2. deild
Og tað var KÍ sum legði bragdliga fyri. Longu í fyrsta álopinum kundu teir skora, tá Erling Fles var einsamallur við málmanninum. Eftir 4 minuttir fær sami Erling ein møguleika aftrat, tá hann sleppur leysur í vinstru síðu, dregur inn í brotsteigin, og hesuferð skorar hann trygt.
Vágbingar fullu tó ikki í fátt av hesum skjóta málinum, men royndu heldur at koma longur fram á vøllin. Tað gingu ikki meir enn tríggir minuttir so hevði VB javnað. Kári í Lágabø fær bóltin úti í høgru síðu, fer framvið einum manni og komin inn í brotsteigin, smekkar hann til og bólturin fer í mál, uttan møguleika hjá John William í KÍ-málinum.
Gekk javnt á
Næstu løtuna gekk toluliga javnt á, hóast KÍ hevði bóltin mest. Vágbingar vóru tó alla tíðina vandamiklir í mótálopunum. Sum fyrri hálvleikur leið tóku vágbingar meir og meir yvir, og burdi kanska fingið okkurt málið fyri hálvleik, men tað hendi ikki og tískil var hálvleikstøðan 1-1.
Sum VB hevði spælt í fyrra hálvleiki, mundu teir helst hava vónir um at okkurt fór at fáast burtur úr dystinum.
Seinni hálvleikur gekk eisini javnt á. Næsta málið kom tá okkurt um 20 minuttir vóru farnir. Ein bóltur verður sendur innfyri VB-málið, og har berjast ein KÍ-ari og ein VB-ari um bóltin. Endin er at bólturin verður skallaður á hondina á VB-verjuleikaranum, og dómarin bríkslaði fyri brotspark.
Føldu seg snýttar
Vágbingar vóru alt annað enn nøgdir við henda dómin og føldu seg snýttar, serliga tá ein VB-ari beint frammanundan varð feldur í KÍ-brotsteiginum. Tað meinti dómarin tó ikki.
Olgar Danielsen tók brotsparkið, og sendi málmannin til skeiva síðu, og so var 2-1 til KÍ.
Nú sendi VB alt fólkið fram, fyri at fáa eitt og helst tvey mál. Teir komu eisini fram til góðar møguleikar, millum annað hevði Birgir Jørgensen, sum hesuferð var á næstbesta liðnum, tveir góðar møguleikar sum kundu givið mál.
VB fekk tó onki burturúr royndunum, og í staðin kundi KÍ í einum mótálopi skora seinasta málið í dystinum. Tað var innskifti Meinhard Hansen sum fekk hetta.
KÍ fekk sostatt 3 stig í einum jøvnum dysti, og eru teir við í oddinum í 2. deild. VB kundi ikki brúka úrslitið til nakað sum helst, men innsatsurin eigur at geva vón um okkurt stig áðrenn summarfrítíðina, nú tveir heimadystir móti B71 og B36 eru eftir.
Dysturin í tølum:
KÍ-VB 3-1(1-1)
1-0: Erling Fles
1-1: Kári í Lágabø
2-1: Olgar Danielsen br.
3-1: Meinard Hansen