Finalan í steypakappingini hjá smádreingjum varð leikt á Skála leygardagin, og stóð hendan millum KÍ og TB.
Tey bæði liðini høvdu leikt seg fram til finaluna við tryggum sigrum á ávíkavist AB og Skála.
Tí var lagt upp til ein spennandi finaludyst, og tó at tølini siga 5-1, so var talan í longum løtum um ein spennandi dyst.
KÍ hevði eftir einum korteri lagt seg upp á 2-0, men eftir hett raknaðu tvøramenn av álvara við.
Tað eydnaðist teimum eisini at minka um munin við brotssparki, og tí stóð alt framvegis opið, tá farið varð út til seinna hálvleik.
Her eydnaðist tó hampuliga tíðliga hjá KÍ at økja til 3-1, og so noyddist TB at satsa. Tað gav so eisini møguleikar til KÍ, sum fyrst við brotssparki og síðani við einum kontraálopi vunnu seg upp á 5-1, soleiðis at allur ivi varð beindur til viks.