Kávalótir

»Nu skal vi tage hul på fremtiden«. »Vi skal se fremad«. »Jeg vil ikke blande mig i, hvad i skal gøre, det skal i selv afgøre, men jeg vil gerne give et råd«. o.s.fr.

Vakrir setningar, men teir minna ov nógv um reklamu fyri vaskipulvur.

Hvat er tað fyri ein framtíð, vit skulu »tage hul på«.

Ivast nakar í, at tað er ein framtíð við óbroyttum ríkisfelagsskapi?

Fólk hava undrast eitt sindur á, hví forsætisráðharrin kom til Føroyar. Sjálvandi var hann eitt legg úti í Tinganesi, men nú er tað so sólaklárt fyri øll, at ørindini hjá forsætisráðharranum vóru eittans tað at fáa fólkatingsumboðið hjá Javnaðarflokkinum í Føroyum at koma aftur í ta donsku javnaðarrættina.

Teir hava hesa einu stemmuna so harðliga fyri neyðini.

»Torir tú at keypa ein brúktan bil frá hesum manninum«, stóð í síni tíð niðri undir myndini av Nixon. Kom at hugsa um hetta, nú eg hoyrdi forsætisráðharran, hóast teir ikki eru samanberuligur annars.

Tríggir teir størstu flokkarnir hava nú eina tíð fingið sær fyri, at teir ikki fáa havt ein landsfund uttan at hav ahjálp frá donskum politikkarum.

Er hetta ikki í so neyðarsligt.

Umboðið hjá Fólkaflokkinum á Fólkatingi sigur seg vera í parti við teimum konservativu, teimum frælslyntu og kennir tað næstan sum heilaga skyldu at berjast móti sosialismuni.

Orsaka eg sigi tað beint út, hetta er tað reina orðaskvaldur.

Tað er ikki tann stóri munurin á konservativum og sosialistiskum politikki í Danmørk nú.

Og hvat fyri politikk danir vilja hava, mugu teir sjálvir um. Tað skuldi verið so sjálvsagt.

At sita í Fólkatinginum gevur væl av peningi av sær pluss alt annað, og tú fært alt hetta fyri lítið og lætt, serliga um tú ert føroyskt umboð.

Tær beru kávalótir og einki annað.


Steinbjørn B. Jacobsen

14.9.98