KÍ-Víkingur 2-0 (1-0): KÍ gjørdi alt rætt

Tað var eitt stríðshugað og heilhjartað KÍ-lið, sum í gjárkvøldið tók ímóti Víkingi. KÍ gjørdi alt rætt í dystinum, tí tað eydnaðist til fulnar at binda fyri, samstundis sum tað var KÍ, ið átti teir flestu og størstu kjansirnar í dystinum. Og tað rakk til trý stig

KÍ ****

Víkingur ***

 

FÓTBÓLTUR

 

Ein tíma undan dystinum í Klaksvík var avlýsingarveður, og serliga í øðrum endanum á vøllinum var nógvur vindur. Men so hvørt sum klokkan gekk, batnaði veðrið, og tá samanum kom, var væl spælandi. Kortini rendi Víkingur seg inn í eitt annað slag av ódnarveðri í Klaksvík, tí KÍ vísti góðan stríðsvilja og gjørdi alt fyri at vinna.

Og tað var ikki tí, at Víkingur ikki stríddist fyri sakini, men onkursvegna hevði KÍ bara tað størri yvirskot, og í avgerandi løtunum vóru teir bláu meira nærlagdir og heilhugaðir, og tí bara aftaná ikki til at seta fingurin á sigurin, ið var fult uppiborin. Ikki minst, tí KÍ sá út til at hava lært nakað av dystinum í Runavík sunnudagin, tá ein 2-0 leiðsla fall og endaði við 2-3 tapi.

Sæð yvir allan dystin, var hann ikki serliga væl spældur. Liðini royndu, men stríddust helst meira, enn tey spældu. Tað gav so afturfyri dystinum ein intensitet, ið livdi til tað allarsíðsta.

 

Góði, gamli Todi

Todi Jónsson, ið hevði verið skaddur síðstu dystirnar, var við í gjárkvøldið, og hann fekk veruliga víst, at hann framvegis er nógv verdur á einum fótbóltsvølli. Framvegis er skjótleikin har og enn koma hesar smáu »spreingingarnar«, ið seta mótstøðumenninar av.

Hann var í gjárkvøldið størsta upplivingin á vøllinum, og gott dømi um varðveittar dygdir, hóast nakað er liðið síðani fótbólt á hægsta stigi, vísti Todi í upplegginum til fyrra KÍ-málið. Hann tamdi við bringuni og gjørdi eitt lítið trekk, áðrenn hann spældi bóltin til Hjalgrím Elttør, sum kom úr vinstru síðu og gjørdi eina góða renning beint í bóltin, áðrenn hann við vinstra beini plaseraði flatt fram við Geza Turi í Víkings-málinum. Hetta var eitt gott mál og KÍ so var á odda.

Nú kom Víkingur meira inn í dystin og hevði bóltin nógv. Men hóast fleiri hornaspørk og onkur fríspørk, so spurdust ikki opnir málmøguleikar burturúr. Tó hevði Finnur Justinussen eina góða roynd úr spískum, sum Jákup Mikkelsen fekk parerað við fótinum.

Yvirhøvur vóru fáir kjansir í fyrra hálvleiki, men KÍ kundi økt beint fyri steðgin. Enn eina ferð var tað Todi, ið stóð fyri uppspælinum, tá hann setti ferð á í vinstru síðu og legði innfyri, men mitt fyri málinum var Steffan Kalsø akkurát ov stuttur til at fáa sett høvdið á bóltin.

 

Uppiborin sigur

Gongdin í seinna hálvleiki var gjøgnumgangandi, at tað var Víkingur, sum trýsti, meðan KÍ vardi og gjørdi sær dælt av skjótálopum. Eitt av teimum gav eisini úrslit sjey minuttir eftir steðgin, tá miðverjarnir hjá Víkingi, Atli Gregersen og Niclas Niclasen, vóru so upptiknir av Toda, at teir mestsum gloymdu Hjalgrím.

Hann fekk fatur í einum longum bólti og lobbaði upp um Geza Turi. Vindurin steðgaði bóltinum eitt sindur, og fyri málinum fekk eitt KÍ-høvd skallað bóltin á yvirliggjaran. Bólturin stakk tá útaftur til Hjalgrím, ið kundi smekka í fylta málið, har fleiri spælarar lógu í einum trunka.

KÍ var framvegis nærri við at økja, enn Víkingur var at koma avgerandi nær einum máli. Hjalgrím var enn eina ferð var spældur leysur av Toda, men Geza bjargaði skotinum, og síðani gjørdist Páll Klettskarð púra leysur, men málverjin kom stormandi langt út og fekk blokerað – og tá bólturin so endaði hjá John Hammer, fór skotið langt omanfyri.

Súni Olsen, sum ikki byrjaði dystin, men kom inn tíðliga í seinna hálvleiki, átti størsta møguleikan hjá Víkingi, tá hann úr 20 metrum sendi gott fríspark ímóti nærmastu stong. Men Jákup Mikkelsen fekk við frálíkari bjarging vart fyri, og so kom Víkingur bara ikki nærri, hóast liðið trýsti nógv.

Sostatt vann KÍ ein fult uppibornan sigur, ið tó samstundis gjørdist dýrur, nú sera avgerandi útidysturin ímóti B36 verður sunnudagin. Bæði John Hammer og Steffan Kalsø fingu sítt fimta gula kort í ár og hava karantenu, og tað sama er galdandi fyri Høgna Madsen, sum fekk tvey gul og síðani eitt reytt.