Fyri løtu síðani ljóðaði seinasta bríksl í Leirvík í dystinum millum U15 liðini hjá KÍ og Racing Club de Montevideo.
Spælt var í Leirvík, tí nýtt graslíki verður lagt á vøllin við Djúpumýru í Klaksvík. Tað var kalt í Leirvík í kvøld, men sólin var frammi, og talan var um gott fótbóltsveður.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1. Spælt var 2 x 30 minuttir. KÍ kom á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Seks minuttir undan dystarloki javnaði Racing, og beint undan leikloki hevði Racing ein málmøguleika sum fór í stongina hjá KÍ, men vertirnir sluppu við skrekkinum, og teir syrgdu fyri enn einum góðum altjóða úrsliti hjá KÍ.
Aftaná dystin tóku liðini eina felagsmynd í besta vinarlagi.
Ígjár vann Racing Club de Montevideo ein góðan 2-0 sigur á føroyska U15 landsliðnum á Tórsvølli, so enn eru uruguayanarnir ósigraðir á Føroya-ferðini.
Í morgin fara leikararnir hjá Racing útferð. Mikudagin klokkan 16 spæla teir móti U15 liðnum hjá 07 Vestur í Sørvági.
(Heimildarmaður: Ivan Eginsson Eysturland)











