Tað vóru lættir og fegnir klaksvíkingar á og kring vøllin, tá ið Lars Müller hevði bríkslað síðstu ferð í Sarpugerði í gjár. KÍ hevði vunnið 1-0, og tríggir teprir sigrar í fýra teimum seinastu royndunum bera við sær, at hóttanin av niðurflytingini nú ikki er so stór. Eisini tí úrtøkan hjá hinum botnliðunum hevur verið soltin.
Hesa ferð vísti málið seg at verða avgerandi, sum nýggi álopstrumfurin Denni Conteh skoraði í 4. minutti eftir langt útspark og roynd frá altíð hugaliga og ágangandi Heðini á Lakjuni í vinstru. Eftir tvær kontra var Conteh kaldur, tá ið hann sneiddi seg leysan og legði bóltin framvið óføra Geza Turi í heimamálinum.
Tað var tætt, og tað vóru nógvir nærdystir. Klaksvíkingar við sera eyðsýnda Kristoffur Jacobsen á miðvøllinum royndu at spæla fótbólt í 1. hálvleiki, og tað sá ikki so galið út. Saman við Denni Conteh var Ovi Nysted hesa ferð í álopinum, meðan Paul Clapson, sum leingi hevur verið í málturki og eisini hevur skaða at dragast við, kom á vøllin, tá ið tað restaði gott og væl eitt korter.
Hjá GÍ var tað aftur hesa ferð stórur saknur, at liðformaðurin og generalurin á miðvøllinum, Sámal Joensen, noyddist at halda seg uttanfyri, inntil miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá ið hann hóast skaðadarvaður varð settur á vøllin í roynd at fáa í hvussu so er eitt stig burturúr.
Eftir steðgin hekk tað minni væl saman hjá klaksvíkingum, enn tað hevði gjørt. Heimaliðið, sum í 1. hálvleiki hevði havt tvær skotroyndir, ið miðvallarin Sam Jacobsen stóð fyri, brúkti ofta langar sendingar fram til Christian Lundberg og Sverra Jacobsen. Í brotsteiginum var Lundberg vandamikil, og tað var onkra ferðina nær við og næstan, tá ið stríðst varð um næstu bóltarnar. Serliga var um reppið, tá ið Lundberg eftir innlegg úr høgru stakk seg fram ímillum og royndi við fluktara, men kanónin var ikki rætt stillað.
KÍ dugdi í 2. hálvleiki ikki eins væl, sum teir høvdu gjørt undan steðginum, at taka frá og spæla runt, tá ið teir høvdu fingið fatur á bóltinum. Heldur skundaðu teir sær. Tað bar óneyvleika og nógv bólttap við sær, og harvið gjørdist tað ofta órudduligt.
Klaksvíkingar kundu havt økt um munin beinanvegin í 2. hálvleiki, tá ið Ovi Nysted var um reppið at stýra innleggi í málið, men tað spurdist einki burturúr.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki vóru klaksvíkingar noyddir at rokera, tí annar av sentralu miðvallarunum noyddist at taka seg av vøllinum. Hetta vísti seg kortini ikki at gera liðið veikari. Ovi Nysted varð fluttur í miðverjuna saman við Kaj Ennigarð. Tað gav ikki minni styrki í luftspælinum, og Jan Andreasen vísti seg aftur at vera eins stinnur á miðvøllinum, sum hann altíð er tað í verjupartinum.
Finnur Justinussen, sum seinastu ferðirnar hevur víst seg at hava gott máltev, royndi seg síðsta korterið í GÍ álopinum, men heldur ikki hann megnaði at skava stig til heimaliðið.
Úrslitini á Sandi og á Argjum gjørdu ikki hýrin í KÍ leguni verri, og í GÍ leguni var hóast tapið staðfest, at einki broyttist á stigatalvuni, tí Skála, sum kappast við GÍ um 5. plássi heldur einki fekk burturúr á heimavølli.
Í vár vann KÍ í steypakappingini móti GÍ í Sarpugerði. Gøtumenn hava fyrr í summar vunnið í landskappingini í Klaksvík. Klaksvíkingar trívast væl í Gøtu, meðan gøtumenn trívast væl í Klaksvík. Heimaskansarnir eru ikki tað, sum teir onkuntíð hava verið.