KÍ trívist væl í Gundadali

Eitt fjórðingsár eftir stóra FM fagnaðin vunnu klaksvíkingar aftur á B36

Tað var leygardagin 26. oktober í fjør ella fyri stívliga trimum mánaðum síðani, at KÍ við 3-0 sigri á B36 í Gundadali tryggjaði sær fyrsta FM heitið í 20 ár.

Í kvøld var KÍ aftur og vitjaði B36. Hesa ferð var talan um dyst í VFF kappingini, og aftur í kvøld vann KÍ. Úrslitið var 2-0.

Ein av nýggju spælarunum, Sebastian Avanzini stútaði fyrra málið, tá ið fimm minuttir vóru farnir, eftir at Jonn Johannesen legði innfyri við frísparki, og ein av ungu klaksvíkingunum, 17 ára gamli Gulak Jacobsen, staðfesti sigurin, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir.

Í fyrra hálvleiki var talan um lívliga og undirhaldandi uppgerð. Eftir steðgin tóktist tað sum um, at KÍ legði størri dent á verjupartin. Tá hevði B36 møguleikar, uttan at tað eydnaðist at skora, og so vann KÍ 2-0.

Teir fyrstu ellivu á B36 liðnum vóru Mathias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Sonny Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Magnus Jacobsen, Bjarni Petersen – Árni Frederiksberg, Stefan  Radosavljevic, Jóhann Joensen – Sebastian Pingel

Teir fyrstu ellivu á KÍ liðnum vóru Kristian Joensen – Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Odmar Færø, Ólavur Niclsen – Sebastian Avanzini, Jákup B. Andreasen, Deni Pavlovic, Boris Dosljak – Jonn Johannesen, Ole Erik Midtskogen.

Í seinna hálvleiki vóru fleiri skiftingar á báðum liðunum.