KÍ trý stig í Gundadali

Tað er ógvuliga gott fótbóltslag í KÍ leguni í kvøld. Og tað er ikki undarligt, tí KÍ hevur vunnið 1-0 á favorittunum úr HB.

Einsamalla málið skoraði Rodrigo, tá ið tríggir minuttir vóru farnir av 2. hálvleiki.

HB royndi í 2. hálvleiki at leggja trýst á. Tað kendist ikki vera serliga sannførandi, men onkra ferðina stóð á, tí HB hevði tríggjar ferðir bóltin á træverkinum aftanfyri landsliðsmálverjan.

Í seinastu minuttunum hevði KÍ góðar møguleikar í mótálopum, og teir kundu havt tvífaldað um leiðsluna.

Klaksvíkingar ofraðu seg ein fyri allar og allir fyri ein, og sigurin var ikki óuppiborin.