Tað sigur Fríðin Ziskason, sum er nevndarformaður í partafelagnum, sum rekur virksemið kring Vodafone-liðið hjá KÍ.
- Vit hava framvegis álit á, at verandi hópurin er tann rætti til at lyfta uppgávuni í fremstu fótbóltsdeildini, sigur hann í samrøðu við Sosialin.
Hinvegin sigur stigatalvan, at KÍ í løtuni er aftast við bara tveimum stigum eftir seks dystir, og tað er ein støða, sum ikki verður góðtikin uttan víðari.
- Tað skal eingin ivi vera um, at vit ikki ætla okkum at sita hendur í favn, tá flytingarvindeygað letur upp tann 26. juni. Vit valdu tilvitað at rudda upp í spælarahópinum, og avtalan var, at vit vildu nýta fyrstu 14 umførini til at geva øllum ein erligan møguleika at royna seg. Men sigla vit framvegis vandasjógv til ta tíð, so gera vit sjálvandi tað, sum er neyðugt, fyri at rætta kósina, sigur Fríðin Ziskason við Sosialin.








