KÍ tapti tepurt

Kvinnurnar hjá KÍ taptu tepurt í fyrsta dystinum í bólkaspælinum í UEFA Women's Cup

Veðurumstøðurnar til at spæla fótbólt vóru ikki av teimum bestu, sæð við føroyskum eygum, tá ið KÍ-kvinnurnar týsdagin leiktu fyrsta dystin í UEFA Women's Cup bólkaspælinum í Pólandi. Hitin var ikki minni enn 35 stig í skugganum, tá ið dysturin var bríkslaður í gongd.

KÍ tók leiðsluna
Í fyrra hálvleiki gekk leikur javnt á, men tað eydnaðist tó ikki hjá nøkrum av liðunum at fáa hol á. Eftir steðgin gekk betur, og tá ið fáir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, legði ein av royndastu leikarunum hjá KÍ, Rannvá B. Andreasen KÍ á odda, tá ið hon varð spæld leys á miðjum vølli. Hon dróg allan vegin fram móti málinum og sendi bóltin í meskarnar til 1-0.
Ukrainska mótstøðuliðið, Metallist Charkow, hevði annars havt bóltin meiri, og eftir føroysku leiðsluna royndu tær at leggja enn størri trýst á KÍ. Hetta gav eisini úrslit, tá ið eitt korter var eftir at leika, tí tá fekk ukrainska liðið javnað til 1-1. Og fyri at gera ilt verri, eydnaðist tað eisini Metallist Charkow at fáa sigursmálið, tá ið einans seks minuttir vóru eftir at leika. Hetta var eitt satt vónbrot fyri klaksvíkskvinnur, sum aftur í dag skulu í eldin. Hesaferð verður mótstøðuliðið lokalu favorittarnir úr AZS Wroclaw.