KÍ tapti fyri fimtu ferð á rað

1. DEILD: Trivaligur heimasigur ber við sær, at B68 hevur kós ímóti bestu deildini

Hvør fótbóltsdystur livir sítt egna lív. Tað varð aftur staðfest á Svangaskarði í kvøld, har B68 hevði vitjan av teimum næstbestu hjá KÍ. B68 vann 4-0 eftir 3-0 leiðslu í fyrra hálvleiki.

Líkindini vóru ikki góð at spæla fótbólt. Lotið var rættiliga frískt, og ælingarnir vóru frekir.

KÍ hevði tapt fýra tær undanfarnu ferðirnar. Í kvøld fóru klaksvíkingar út á Toftir við fleiri spælarum á, sum ofta hava verið á listanum hjá besta liðnum. Eitt nú David Langgaard, Steinbjørn Olsen og Ólavur Niclsen. Tað mundi geva teimum mót um, at tað fór at eydnast at vinna stig, men fyritreytirnar versnaðu heilt nógv longu í 11. minutti, tá ið KÍ málverjin Hannis Matras sá beinleiðis reytt fyri óregluliga at steðga mótstøðumanni, og so vóru gestirnir undirmannaðir.

Fríðálvur Klakk varð settur í KÍ málið, og fyrstu ferð hann fekk tak á bóltinum var, tá ið hann fór í meskarnar eftir honum, tí Andri Benjaminsen við beinleiðis frísparki skoraði. Tíggju minuttir undan steðginum økti Esmar Clementsen um munin til 2-0. Tveir minuttir seinni varð bríkslað fyri B68 brotssparki, sum Tonni J. Thomsen umsetti til 3-0.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Andri Benjaminsen tvífaldur málskjútti, tá ið hann við handara stólpa heilfluktaði til 4-0 eftir innlegg úr vinstru. B68 hevði fleiri góðar atsóknir, men KÍ málverjin stóð seg væl.

B68 hevur nú 27 stig og liggur væl á kósini móti uppflyting.

KÍ hevur 23 stig og er á sætta plássi.

Týskvøldið skal KÍ til Leirvíkar at spæla ímóti oddaliðnum Víkingi, og týskvøldið fær B68 vitjan av B71.