KÍ tók FM gullið heimaftur

KÍ kvinnur vóru í dag í Havn eftir FM gullinum

Sigursvandu KÍ kvinnurnar hava vunnið 19. føroyameistaraheitið. Tey fyrstu 18 vóru vunnin á rað, og tað er heimsmet. Seinastu tvey árini hevur felagsliðið EB/S/Skála vunnið FM.

Nú er alt aftur, sum tað plagdi at vera. Tær bláu og hvítu úr Klaksvík endaðu fýra stig framman fyri HB, eftir at tær í dag spældu javnleik 1-1 ímóti júst HB.

KÍ legði seg á odda beinanvegin í Gundadali. Sigrun Sirdal skoraði málið í fimta minutti. HB javnaði stutt eftir hálvleik, tá ið Elin Maria Isaksen skoraði við brotssparki.

Úrslitið hevði við sær, at KÍ varðveitti munin á fýra stig niður til HB.

Eftir dystin handaðu umboð fyri FSF og Betri ÍF/Víkingi/B68 bronsumerki, HB silvurmerki og KÍ gullmerki, og at enda handaði Christian Andreasen, FSF forseti, KÍ liðformanninum Eyðvør Klakstein FM steypið, sum nú er komið í heimligar umstøður í Klaksvík.