Lagið er framúr í heimaleguni í góðveðrinum í Klaksvík. KÍ hevur í kvøld vunnið 2-0 ímóti Víkingi.
Hálvleiksstøðan var málleysur javnleikur. Í seinna hálvleiki skoraði Jóannes Bjartalíð tvey mál. Í báðum førum var tað umvegis stólpan.
Í fyrra førinum var tað við skoti av brotsteigarmarkinum og mitt fyri eftir sending frá Jóannesi Danielsen. Bólturin fór umvegis stólparótina til høgru fyri málskjúttan og í málið. Tá var seinni hálvleikur fimm minuttir gamal.
Víkingur spenti álopsbogan fram ímóti dystarenda í roynd at fáa mál, og stutt undan leikloki bjargaði KÍ á málstrikuni, og Sølvi Vatnhamar var í góðari støðu, tá ið hann royndi seg, men bólturin fór omanfyri málið.
KÍ hevði fleiri góðar møguleikar – eitt nú var Páll Klettskarð skjótt eftir 1-0 málið heilt leysur. Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið hugflogsríkt KÍ álop endaði við, at Semir Hadzibulic spældi Jóannes Bjartalíð leysan, og Bjartalíð varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann sendi bóltin umvegis handaru stólparótina og í málið.
KÍ er topplið við 38 stigum, og Víkingur hevur 35 stig. KÍ hevur spælt 16 dystir, og Víkingur hevur spælt 18 dystir.
KÍ - Víkingur 2-0 (0-0)
1-0: Jóannes Bjartalíð 50.
2-0: Jóannes Bjartalíð 90.
Dómari: Alex Troleis
Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Steinbjørn Olsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen - Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen - Darius Lewis (Boris Dosljak, 46.), Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen (Børge Petersen, 91.) - Páll A. Klettskarð (Jonn Johannesen, 65.)
Gult kort: Boris Dosljak, Patrik Johannesen
Venjari: Mikkjal Thomassen
Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Hanus Jacobsen - Dion B. Splidt (Andreas Lava Olsen, 75.), Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen, Philip Djordjevic - Sølvi Vatnhamar, Adeshina Lawal
Gult kort: V,ukasin Tomis
Venjari: Sámall Erik Hentze
KÍ | 16 | 12 | 2 | 2 | 38 | 11 | 38 |
NSÍ | 15 | 11 | 2 | 2 | 39 | 15 | 35 |
Víkingur | 18 | 11 | 2 | 5 | 38 | 24 | 35 |
B36 | 16 | 11 | 2 | 3 | 25 | 14 | 35 |
HB | 17 | 10 | 4 | 3 | 41 | 17 | 34 |
Skála | 17 | 7 | 0 | 10 | 18 | 21 | 21 |
TB | 17 | 5 | 3 | 9 | 15 | 31 | 18 |
EB/Streymur | 17 | 2 | 3 | 12 | 17 | 40 | 9 |
AB | 17 | 2 | 2 | 13 | 16 | 46 | 8 |
ÍF | 16 | 1 | 2 | 13 | 11 | 39 | 5 |
Sunnudagin
NSÍ - HB kl. 19.00
B36 - EB/Streymur kl. 15.00
AB - ÍF kl. 15.00
TB - Skála kl. 15.00