2. deild
Hóast tað í skjótt nógv ár hevur verið fastur táttur hjá KÍ, at teir eisini eiga lið í 2. deild, so hevur tað oftani staðið nógv á í so máta. Vanliga hevur liðið talst millum teirra, sum berjast fyri at sleppa undan niðurflytingini, og onkun tíð hevur talan verið um upp- og niðurflytingardystir, áðrenn framhaldandi tilveran í deildini er tryggjað.
Lítil mótstøða
Í so máta man tað vera hugaligur lesnaður, nú klaksvíkingar líta at stigatalvuni fyri aðru deild. Eftir at teir í fyrsta umfarinum vórðu smurdir av í Fuglafirði, hevur liðið nú vunnið tveir dystir á rað, og hóast kappingin er long, so er tað hugaligt at fjarstøðan niður til botnin longu tykist at vaksa.
Leirvíkingar høvdu sum heild lítið at bjóða uppá, tá teir komu um fjørðin leygardagin. Klaksvíkingar vóru grammari eftir øllum bóltum. Teir royndu at trýsta, og við Olgar Danielsen í álopinum er vandin fyri einum máli altíð til staðar.
Tað var tó Gunnleivur Biskipstøð, sum fekk einasta málið í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin kom so veruliga ferð á. Leon Bjartalíð økti, áðrenn altíð vandamikli Olgar fekk sær eitt mál, og móti dystarenda kundi Johan N. Hansen steingja og sløkkja, tá hann var seinasti maðurin á enn einum KÍ álopi.
KÍ er sum nevnt longu nú í ferð við at sleppa sær undan niðurflytingarvandanum, men tað stendur ikki eins væl til hjá leirvíkingunum. Higartil hava teir bert tey trý stigini, sum teir vunnu frá grannunum úr ÍF, og skal talan ikki gerast um alt ov hart niðurflytingarstríð, so skulu helst nøkur stig koma á kontina nakað skjótt. Fyrsti møguleikin fyri hesum verður komandi vikuskifti. Tá koma uppflytararnir úr VB á vitjan, og tann dysturin fer kanska at geva eina ábending um, hvussu botnstríðið fer at laga seg hetta kappingarárið.
KÍ-LÍF 4-0(1-0)
1-0: Gunleiv Biskupstøð
2-0: Leon Bjartalíð
3-0: Olgar Danielsen
4-0: Johan Nystrøm Hansen









