KÍ stevnir FSF eftir tríkvartari millión

Í Klaksvík halda tey fast um, at flytingin av spæliloyvinum hjá Christiani Restorff Mouritsen, hevði avgerandi týdning í niðurflytingarstríðnum. Stevnt verður tí eftir mettum inntøkumissi, sum stendst av at spæla í 1. deild heldur enn Vodafone-deildini

Fótbóltur

Hóast tað í alt heyst hevur verið rumbul um spæliloyvið hjá Christiani Restorff Mouritsen, sum slapp at flyta úr HB til B36 uttan fyri flytingarvindeygað, so er eingin ivi um, at úrslitini í kappingini standa við. Tað stendur nevnliga í lógunum hjá FSF, at hevur ein spælari fingið spæliloyvið, so er hann at meta sum lógligur. Eisini hóast tað seinni skuldi víst seg, at spæliloyvið varð útskrivað av órøttum.
Í Klaksvík ásanna tey eisini, at niðurflytingin er veruleiki, men tey vilja ikki finna seg í, at KÍ skal vera fyri inntøkumissi av hesum, tí júst flytingin av nógv umrødda spæliloyvinum hevði stóra ávirkan í niðurflytingarstríðnum, verður mett.
- Vit hava alla tíðina sagt, at vit ikki vilja sleppa málinum, og eg kann vátta, at vit í løtuni fyrireika kæru til FIFA, har vit krevja FSF eftir 100.000 eurum, sigur Fríðin Ziskason, nevndarformaður í smápartafelagnum, sum rekur fremsta liðið hjá KÍ.

Fleiri grundgevingar
Enn er ikki greitt, júst hvørjar lutir kæran frá KÍ snýr seg um. Men tað stendur fast, at tey í Klaksvík eru serstakliga ónøgd um, at Kappingarnevndin vísandi til undantaksregluna í grein 17.5 í Kappingarreglunum gav undantak til at flyta spæliloyvið.
Í frágreiðingini til regluna verður millum annað sagt, at hendan kann nýtast, tá mistak ella umsitingarlig misskiljing hava elvt til, at umsóknin um flytan av spæliloyvinum ikki er komin rættstundis inn. Men hetta er ein próvbyrða, sum eitt nú Jens Wang, løgfrøðisligur ráðgevi hjá FSF, sigur ikki heldur. Einamest tí eitt forgloymilsi ikki kann roknast sum eitt mistak ella misskiljing.
Hartil eru klaksvíkingar illa nøgdir um, at FSF-forsetin sjálvur var partur av málsviðgerðini, tá avgerðin varð tikin. Í Klaksvík meta tey, at forsetin var inhabilur í hesum, tá beiggi hansara hevur verið umboðsmaður hjá Christiani Restorff Mouritsen.

Tevez sum fordømi
Verður hugt at líknandi viðurskiftum aðrastaðni, so finst eitt ikki heilt ólíkt fordømi í Onglandi.
Har gjørdist talan um stórt rok, tá West Ham onkursvegna lirkaði Carlos Tevez inn um lógarverkið fyri trimum árum síðani.
Tevez hevði sín avgerandi leiklut í, at West Ham bjargaði tilveruni í Premier League, og tvey ár seinni fekk Sheffield United viðhald í endurgjaldskravi upp á £6.000.000. Hetta var upphæddin, sum Sheffiel United metti seg missa av niðurflytingini – ein niðurflyting, sum felagið helt varð kraftiga ávirkað av styrkinum, sum West Ham fekk í Carlos Tevez.
Um West Ham hevði flutt niður uttan Tevez, er sjálvandi ein hypotetiskur spurningur. Og tað er eisini ein hypotetiskur spurningur, um B36 hevði flutt niður uttan Christian Restorff Mouritsen.
Men prinsippið er, at slíkar flytingar ongan tíð mugu bróta ítróttarliga integritetin í kappingini, og tað er tað, sum KÍ metir er hent í hesum førinum.