KÍ steingir kjakið

Vána støðan hjá besta mansliðnum hjá KÍ endurspeglast aftur í støðinum á kjakinum á heimasíðuni hjá Bláu Bylgjuni. Fjepparafelagið hjá KÍ stongdi kjakið fyri stuttum, men í farnu viku varð hetta opnað aftur. Á heimasíðuni staðfestir felagið nú, at støðið á kjakinum var alt ov lágt, og at talan varð um fleiri persónligar niðurgerðingar eftir 0-5 tapið í Fuglafirði. Og tí eru boðini, at kjakið nú aftur er stongt.