Sunnudagin varð farið undir endaspælið í bestu kvinnudeildini. KÍ fekk í fyrsta umfarinum vitjan av B36, og havnarkvinnur vórðu sendar suðuraftur við einum 4-1 tapi.
Talan var um dyst millum tvey tey ovastu liðini í kvinnudeildini, og ikki kann sigast annað enn, at klaksvíkskvinnur staðfestu støðu sína, sum besta boðið uppá ein FM-vinnara í kvinnudeildini.
Bæði liðini skerd
Bæði KÍ og B36 manglaðu spælarar til oddadystin sunnudagin. Harðast raktar vóru B36, ið vóru fyriuttan, Mariu Vang, Susonnu Hansen, Selmu Erol, og Marjun Herup.
Umframt hesar, so er Sólva Joensen farin til Danmarkar aftur, og tá breiddin ikki er so stór sum hjá Kí-kvinnunum, so rakar missurin av fleiri týðandi spælarum meint B36-liðið.
Hjá KÍ sótu Bára Skaale, Jensa Sirdal, Kristina Eyðbjørnsdóttir uttanfyri, men hetta sást ikki aftur á vøllinum sunnudagin, har tað bara vóru aðrir spælarar, ið bitu frá sær.
KÍ nógv betri
Úr Klaksvík verður sagt, at KÍ-kvinnurnar vóru nógv betri enn B36, og sigurin var fult uppiborin.
Serliga høvdu klaksvíkskvinnur gott tak á miðvøllinum, og við vandamiklum spælarum sum Rannvu Andreasen og Malenu Josephsen, var vandi á ferð hjá B36 stóran part av dystinum.
Longu hálvur tími spældur av dystinum, stóð 3-0 til heimaliðið.
Fyrsta málið kom eftir góðir 15 minuttir vóru farnir. Rannvá Andreasen royndi seg við skoti langt útifrá, og bólturin fór undir B36-málverjan og í málið.
Næsta málið átti Rannvá eisini, eftir hornaspark var Kí-framherjinh fyrst á bóltinum, og kundi økja til 2-0.
Málið til 3-0 skeyt Malena Josephsen. Ann Olsen brýtur ígjøgnum høgru síðu, og við góðari sending, finnur hon Malenu, sum ótarnað kundi leggja KÍ frammum 3-0.
Anja Weihe minkaði stutt eftir um munin við einum langskoti. 3-1 var eisini hálvleiksstøðan í Klaksvík.
B36 betur við í seinna hálvleiki
Havnarkvinnur komu betur við í seinna hálvleiki, men framvegis var tað heimaliðið sum hevði leikliga yvirvág. Serliga vóru hornasparkstøðurnar hjá KÍ sera vandamiklar.
Eittans mál kom í seinna hálvleiki, og tað fekk KÍ. Aftur var tað Rannvá Andreasen, ið hevði síðsta fót á. Hesaferð kom innlegg úr vinstru frá Vivian Bjartalíð, og Rannvá var skjótari á bóltinum enn B36-málverjin, og kundi lættliga skjóta sítt triðja mál í dystinum,
Heimaliðið kundi skotið fleiri mál, men antin vóru tær óneyvar við royndunum, ella stóð B36-málverjin teimum í vegin.
Samanumtikið kann sigast, at næsta besta liðið í kvinnudeildini kundi ikki gera teir stóru skreytirnar ímóti besta kvinnuliðnum í landinum, og tað ber boð um, at KÍ-kvinnurnar avgjørt mugu vera besta boð uppá ein FM-vinnara, og harvið eisini greipuvinnara.
Kí-B36 4-1 (3-1)
1-0 Rannvá Andreasen
2-0 Rannvá Andreasen
3-0 Malena Josephsen
3-1 Anja Weihe
4-1 Rannvá Andreasen