Møguleikin hjá KÍ at varðveita lið í næstbestu fótbóltsdeildini er mest sum burtur. Í hvussu so er um talan verður um næstbesta liðið!
Í dag hevði KÍ vitjan av B68, sum fór til hús við øllum stigunum, eftir at hava vunnið 3-1. Hálvleiksstøðan var 1-0 til KÍ. Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði veteranurin Arnhold Joensen, tá ið hann sendi fríspark beinleiðis í málið.
Í 2. hálvleiki setti B68 venjarin, Súni Fríði Barbá, seg sjálvan á vøllin. Hann javnaði miðskeiðis í 2. hálvleiki eftir returbólt. Stutt eftir legði Pól Jóhannes Justinussen B68 framum, og Jóan Símun Edmundsson staðfesti 3-1 B68 sigurin, sum eftir øllum at døma fer at bera við sær, at næstbesta B68 liðið eisini næsta ár fer at verða í næstbestu deildini, meðan næstbesta KÍ liðið fer at spæla í 2. deild.