KÍ sparkað úr Europa

Meistararnir í HB javnaðu í síðstu løtu, og tað ber við sær, at KÍ í løtuni ikki eigur pláss í Europa

Tað er stórur fagnaður í stóru HB leguni í dýrdarveðrinum í Klaksvík.

Spælarar, venjarar, nevnd og hjálparfólk og fjeppararnir fegnast, nú liðmyndin er tikin, og tað sæst á myndunum, at spælararnir hava fingið steyp og gullkrónur, hóast koronan var orsøk til, at tað bar ikki til at handa steypið og gullkrónurnar.

Í KÍ leguni er lagið einki serligt. Tað endaði 1-1, og harvið hevur KÍ ikki tapt ímóti HB í ár, men úrslitið ber við sær, at KÍ í dag fekk bronsukrónurnar, og tað ber við sær, at í løtuni eigur KÍ ikki atgongumerki at spæla í Europa næsta summar.

Um tað skal eydnast hjá klaksvíkingum at vinna seg í Europa, so verður tað, tí meistararnir í HB ella silvurvinnararnir í NSÍ vinna finaluna í kappingini um løgmanssteypið.

KÍ vónbrotið var serliga stórt og meint, tí klaksvíkingar vóru á odda 1-0, inntil í evstu løtu. Innskifti Páll A. Klettskarð sendi við høvdinum bóltin í HB málið, tá ið tað restaðu 19 minuttir. Uppleggið átti innskifti Boris Dosljak.

Talan var fyri tað mesta um óruddiliga uppgerð við nógvum nærdystum og fáum málmøguleikum. HB spældi seg ikki til upplagdan málmøguleika fyrr enn vanliga leiktíðin var farin. Tá stútaði miðverjin Delphin Tshiembe bóltin í málið, eftir at innskifti Hilmar Leon Jakobsen kastaði langt inn úr høgru. Hetta var fyrsta málið hjá Delphin Tshiembe í ár.