KÍ spælir uttan Toda

Todi Jónsson hevur vant í Danmark hesa vikuna, og sambært heimasíðuni hjá Bláu Bylgju hevur Todi fingið ein skaða, sum forðar honum í at spæla um vikuskiftið.

 

KÍ skal sunnudagin á vitjan hjá EB/Streymi, sum rættiliga hevur verið í andglettinum hesa vikuna eftir venjaraskiftið.

 

Ein annar av profilunum hjá KÍ, málmaðurin Jákup Mikkelsen hevur ikki vant hesa vikuna orsaka av einum vøddaskaða, men Bláa Byglja skrivar, at Jákup verður tøkur til dystin sunnudagin.