KÍ spælir fyri sínum møguleika

Men eingin ivi er millum klaksvíkingar um, at tað fyrst og fremst snýr seg um landskappingardystin ímóti AB næsta mikukvøld

Í morgin klokkan 16 fer KÍ fyri fyrstu ferð nakrantíð at spæla heimadyst í Intertoto Cup kappingini. Uppgerðin verður á Svangaskarði ímóti svenska Hamarby, sum leygardagin á heimavølli vann 1-0 á KÍ.

- Vit fara at spæla fyri okkara møguleika. Men vit fara ikki at leypa á við nógvum fólki frammarlaga á vøllinum. Orsøkin til lutfalsliga góða úrslitið í Stokholm var, at vit lógu aftarlaga og syrgdu fyri, at leikferðin ongantíð gjørdist høg. Tað verður umleið sama uppskriftin á heimavølli, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.

Hóskvøldið vandi KÍ á Svangaskarði. Liðið tykist fara at síggja umleið soleiðis út í morgin, sum tað gjørdi í síðstu viku. Einasta broytingin tykist verða, at Kaj Ennigarð, sum leingi hevur verið skaddur, men sum seinastu vikurnar hevur fingið eitt sindur av dystarvenjing, hesa ferð verður í miðverjuni saman við Jan Andreasen.

- Vit taka hetta sum eina uppliving. Tað skal ganga ógvuliga væl, um vit skulu megna at spæla okkum í asnnað umfar. Sjálvandi savna vit okkum um hesa uppgávuna. Men tað er eingin ivi um, at vit hugsa nógv um landskappingardystin, sum mikukvøldið verður á heimavølli ímóti AB. Hann fer at hava ógvuliga stóran týdning fyri bæði AB og okkum, sigur Eyðun Klakstein.

Ein av ungu KÍ spælarunum, Oddmar á Lakjuni, fór týskvøldið til skips við Skálabergi. Tað vil siga, at hann verður ikki at síggja á vøllinum nógvu næstu vikurnar.

Mikukvøldið vann Hamarby landskappingardyst á heimavølli 3-1 ímóti IFK Göteborg. Teir í Hamarby vóru ógvuliga væl nøgdir við avrikið í 1. hálvleiki, sum endaði 3-0.

Tað er greitt, at Charlie Davies, sum leygardagin var einsamallur málskjútti, tá ið KðÍ var í Svøríki, ikki verður á liðnum hjá Hamarby í morgin. Hann er úttkin at spæla á landsliðnum hjá USA, sum í hesum døgum er við í Copa America. USA er í bólki saman við Argentina, Kolombia og Paraguay.