Ronni Møller-Iversen og Predrag Pucuca hava spælt sín seinasta dyst fyri KÍ. Sáttmálin millum partarnar eru ógyldaður. – Hetta kann eisini verða ein tillaging til komandi kappingarár, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ
(Brot úr grein í Sosialinum í dag)
Bæði 24 ára gamli Ronni Møller-Iversen og 32 ára gamli Predrag Pucuca, hava spælt sín seinasta dyst fyri KÍ. Danski miðvallarin og kroatiski miðverjin hava báðir fingið sáttmálan uppsagdan í KÍ.
- Tað stutta av tí langa er, at at vit hava í góðum anda endað samstarvið við teir báðar. Tað liggur einki meiri í tí, sigur formaðurin í KÍ, Tummas Lervig.
Hava ikki staðið sterkir í myndini
Tað kemst tó ikki uttanum, at hvørki Ronni Møller-Iversen ella Predrag Pucuca hava staðið sterkir í myndini seinastu tíðina. Ronni Møller-Iversen spældi leygardagin við 1.deild hjá KÍ, og var als ikki við í hópinum hjá besta liðnum, tá teir spældu á Skála. Danski vongurin spældi annars nakrar góðar dystir í summar, men síðani hava avrikini verið misjøvn.
Predrag Pucuca kom til felagið í summar, tá Marko Dusak valdi at fara heim. 32-ára gamli miðverjin stóð seg óvanliga illa í dystinum móti Víkingi undan landsliðssteðginum. Hann spældi so illa, at tað er ikki óhugsandi, at slík avrik hava gjørt, at hann onga framtíð hevur í Klaksvík.
Tí bendir nógv á, at spælararnir ikki liva upp til støðið, sum ein útlendskur spælari skal hava í føroyskum fótbólti. Millum annað hevur KÍ longu tryggja sær Semir Hadzibulic og Dani Pavlovic til komandi kappingarárini.
- Hatta er ein giting hjá tær, men tað er alt í einum góðum anda. Tað eru nøkur fakta, ið vit ikki kunnu renna frá, sum millum annað er, at vit blíva ikki nummar eitt í ár. Hetta kann eisini vera ein tillaging til hópin fyri komandi ár, sigur Tummas Lervig.
Ronni Møller-Iversen hevði sáttmála hetta árið út, meðan Predrag Pucuca eisini hevði sáttmála fyri komandi kappingarár. Formaðurin í KÍ sigur, at talan er um eina semju.
- Báðir partar eru nøgdir við avtaluna, og teir hava fingið tað, sum teir eiga at fáa. Nú arbeiða vit móti framtíðini, sigur Tummas Lervig.
KÍ skal sunnudagin spæla móti HB í 23. umfari í Betri deildini hjá monnum. KÍ er í løtuni á øðrum plássi, men kann útseta FM-veitsluna við einum sigri á oddaliðnum úr Havn.