KÍ smurdi B71 av

1.DEILD: Sandoyingar løgdu í kvøld ímóti væl mannaðum KÍ liði rygg til størsta tapið higartil í ár

Leygardagin var tað óvæntað, at toppliðið úr Klaksvík tapti 1-0 á Skála.

Í kvøld vóru klaksvíkingar væl upplagdir, tá ið teir høvdu vitjan av B71.

Sandoyingar løgdu rygg til 6-0 tap. So stórt hava teir ikki tapt fyrr í ár.

 

Heimaliðið var ógvuliga væl mannað. Millum teir fyrstu ellivu á heimaliðnum vóru eitt nú Ólavur Niclasen, Óli Eyðstinsson Poulsen, Ronni Møller-Iversen og Hjalgrím Elttør, sum allir hava verið nógv á besta liðnum í ár.

 

Einki bendi eftir fyrra hálvleik á, at talan fór at verða um so stóran heimasigur, tí tað var bara KÍ liðformaðurin Henry Heinesen, sum var málskjútti í fyrra hálvleiki.

Eftir steðgin skolaðu málini ígjøgnum hjá sandoyingum.

Eivin Sørensen, tvær ferðir Hjalgrím Elttør, Ronni Møller-Iversen og at enda Bárður Hansen skoraðu KÍ málini í seinna hálvleiki.

 

KÍ er topplið við 48 stigum, og B71 er á sætta plássi við 24 stigum.