Tað var niðurstøðan, sum Føroya Rættur kom til í málinum.
Upprunaliga hevði Tony Paris stevnt KÍ eftir $250.000, sum svara til 1.250.000 krónuur. KÍ helt hinvegin, at talan í mesta lagi kundi verða um $60.000.
Úrskurðurin var nakað nógv nærri KÍ enn Paris, tá dómarin segði, at felagið skal rinda fyrrverandi venjaranum $70.000 dollarar. Ein upphædd, sum svarar til 350.000 krónur í okkara pengum. Hartil skal KÍ gjalda sakarmálskostnaðin, sum er 60.000 krónur.
Sum grund fyri úrskurðinum segði dómarin, at Tony Paris varð burturvístur av órøttum. Hinvegin hevði venjarin ikki nøtkandi prógv fyri, at kravið skuldi vera 1.250.000 krónur.