##med2##
KÍ vann tryggan 3-0 sigur móti TB á heimavølli fyrr í kvøld. Longu tá 23 minuttir vóru farnir var støðan 2-0 til KÍ. Magnus Stamnestrø skoraði til 1-0 og Jákup Biskopstø Andreasen økti til 2-0. Miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Jóannes Bjartalíð sigurin.
Í samrøðu við FM1 staðfesta bæði Jóannes Bjartalíð hjá KÍ og Poul Ingason hjá TB, at sigurin var ikki eitt mál ov stórur. Jóannes iðrar seg um, at sigurin ikki var stórur, og Poul viðgongur, at KÍ hevði bóltin nærum 80 prosent av tíðini.